Jóannes Jakobsen. Tónleikari, fótbóltsvenjari, listamálari/spraypaintari og errin pápi (og abbi).

Altíð hevur mær dámt at spælt og framleitt tónleik. Higartil havi eg givið fýra fløgur undir mínum navnið og eitt ótal av smáplátum. Eg veiti stóra tøkk til teir tónleikarar, ið hava hjálpt mær við framleiðslu, sang, ljóðførið osfr. Eingin nevndur, eingin gloymdur. 

Ein serlig tíð í mínum tónleikalívið var sum ein av undangongumonnunum aftanfyri M'as Blues Band. Tað ber ikki til at seta orð á, hvussu errin eg eri av øllum limum í M'as Blues Band. Teirra ídni er veruliga ein fyrimynd fyri, hvat vit sum menniskju kunnu megna, um vit loyva viljanum at dríva verkið.

Navn mítt er ofta sett í samband við fótbólt og tónleik, men ein serligur hugur hjá mær hevur altíð, og vil altíð vera at mála. Heimasíðan skal tí eisini virka sum eitt yvirlit yvir mínar málningar. Her er møguligt at kaga, men eisini keypa. Um tit finna ein málning, ið tykkum dáma, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg, og so kunnu vit avtala ein prís.

Bestu kvøður

Jóannes Jakobsen.

Skriva navn og teldupost og melda teg til heimasíðuna, so tú fært tey seinastu tíðindi við.

 

Málningar

 

Tónleikur

Trýst á Facebook, Spotify ella Youtube merkið fyri at beinleiðis koma inná mína kanal 

Samband

Trýst á Facebook, Spotify ella Youtube merkið fyri at beinleiðis koma inná mína kanal 

 

​Jóannes Jakobsen